Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL: Kaffi Latte er ein sangur um tað hjartans samband, sum veit, at tað er har - millum øll menniskju, við ein sjálvan, og við alt tað heilaga lívið, ið andar og eigur okkum, og hvørs reinleiki og friðing er fortreyt tilverunnar.

Lív í Baianstovu, fødd 1960, hevur sungið, spælt og skrivað sangir síðani 1977. Hon varð tá hugtikin av teim amerikansku folk-leikarunum, ið spældu guittara, munnharpu, og syngjandi søgdu frá søgum sum rennandi vatn.

Nú byrjaði ein ferð, har Lív bleiv rivin við. At byrja við setti hon lag til yrkingina Krabbaskelin hjá Christian Matras, har meistarans undurverk verður lýst. Hetta passaði væl inn í bakgrund og støðu hennara sum trúgvandi. Síðani lá dygst við at brúka tekstir hjá abbanum, Jens Dam Jacobsen. Hon bleiv næmingur hjá Jógvan Telling, og sat skjótt við sínum klassiska guittara í Pæsastovu, har hon sang og fortaldi um føroysk skøld, hvørs yrkingar hon leingi hevði dugað uttanat.

Lív í Baianstovu varð í 1986 boðin við í Viking Band, har hon og Ronnie Nielsen sungu kór, og í 1988 skrivaði hon orðini til lagið Flag hjá Jóan Petur Andreasen. Frá 1989-91 føroyskaði hon yrkingar hjá donskum, norskum og svenskum klassiskum skøldum til løg hjá kendu norsku duettini Tobben og Ero. Lív og Ronnie framleiddu, við hesum tilfari í høvuðsheit, kasettubandið Friður í Túninum í 1992.

Í 1994 komu tvey løg hjá Lív í Baianstovu til yrkingar, ið abbin, Jens Dam Jacobsen og pápin, Magnus Dam Jacobsen, høvdu umsett. Tey vóru Barn Mítt og Farvæl, ið eru at finna á Youtube.

1998 kom fløgan Atlantic Light, ið Lív í Baianstovu framleiddi, búsitandi í Svøríki. Her finnur hon rótina til sín egna samleika sum tónleikari - hjartans slag, fótatrampið í føroyska dansinum; ein djúphugsan um tað, vit sum føroyingar hava havt, men nú noyðast at ansa eftir: tað dagliga sambandið hvør við annan, ið vit taka sum eina sjálvfylgju, men sum onnur út um heim hava mist í tí ótilvitisgerandi gandinum av stórum systemum, sum slúka menniskjuna inn í eina knarrandi, sjálvkoyrandi samfelagsfabrikk á øllum økjum. Í Atlantic Light letur Lív dansin ringja seg gjøgnum albummið, óregluligt og ófantaligt, sum hetta øgiliga lívið er, men avgjørt við menniskjans egna vilja sum altíð til staðar verandi potentiali - um vit vilja brúka tað! Ymsir tónleikastílar, spældir av svenskarum, til yrkingar hjá abbanum Jens, løg hjá pápabeiggjanum Ludda Dam Jacobsen, og eina heilsan til pápan, Magnus. Ein varði til teirra, ið doyðu ov ungir.

2013 er Lív í Baianstovu flutt heimaftur á klettarnar, nú hennara egnu børn eru vaksin, og gevur fløguna, Tá ið Onki Myrkir Fyri, út. Her er hon nakin. Hevur arrangerað og spælir øll ljóðførini sjálv í eini einklari, nærum one-take innspæling. Í føroyskum og enskum tekstum lýsir hon sítt egna lív. Nú eru allir tekstir og løg hennara egnu.

2014 kemur videoin Eydna (Youtube), har Lív í Baianstovu umframt tónleik og sang eisini dansar og leikar, og letur tað skína ígjøgnum, hon nam sum ung á balettskúla í Keypmannahavn, og sum vaksin á dansilæraraskúla í Svøríki.

Í dag, hin 28. septembur 2018, kemur so lagið Kaffi Latte. Ein merkir lættan, her Lív í Baianstovu situr og umsíðir slappar av. Ein orrusta liggur aftanfyri. Ein, ið vísti seg at krevja meir enn sangtekstir og tónleik, dans og málningar hjá henni at lýsa. Tí hevur hon eisini skrivað eina skaldsøgu, ið væntandi kemur út komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo