Marstin and the Revelators hava latið úr hondum nýtt staklag. Lagið eitur My Love, og er tøkt á YouTube og Spotify.
Gøtumaðurin Martin í Grund hevur slitið nógvar plektarar og gittarstreingir í góða gróðrarlendinum í Grót-umhvørvinum. Í 2007 flutti hann til Onglands, og setti á stovn bólkin Marstin and the Revelators við føroyskari og enskari manning. Síðani tá hevur bólkurin givið tvær fløgur út: Fruit and Animals og Reach for the Heigths. Bólkurin lá í dvala í nøkur ár, og tók aftur at spæla í 2016 við nýggjari føroyskari manning.
My Love varð tikin upp í Bunkaranum í Havn. Mikael Blak framleiddi, Benjamin Petersen hevur klipt og ljóðblandað, og Fred Ruddick hevur mastrað.
Leygarkvøldið verður My Love at hoyra á konsert í Sirkus, har The Revelators spæla saman við Jákupi á Lakjuni og Lyon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo