Heitið á lagnum er Higher, og lagið snýr seg um óttan, ið veksur, um ein gevur óttanum orku ella leggur orku í hann.
Lea Kampmann gav út fyrstu EP sína, Common Blue í 2017, men nú er Lea farin eitt sindur øðrvísi til verka. Hesuferð samstarvar hon við trummusláara og framleiðara, Per I. Højgaard, sum hevur framleitt lagið.
Higher er ein alternativ poppbalada við einum blandi av insisterandi beatum og droymandi ljóðum.
Lea er í skrivandi løtu í holt við at framleiða eitt sjónbandalag til lagið, saman við leikstjóranum, Heiðrikki á Heygum. Sjónbandalagið verður at síggja um umleið tvær vikur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo