Joe & The Shitboys: Føroya fremsta punkorkestur Joe & The Shitboys er langt um leingi aftur við nýggjum lagið. Heitið á nýggja lagnum er 'MR. NOBODY', og er úti nú á øllum vanligum stroymingartænastum (Spotify, Apple, Tidal, osf.)
Lagið kann síggjast sum ein dansuttur millum fingur til Jantelógina. Joe sigur soleiðis: "Eg vildi skriva um eitt evni, ið longu er skrivað so nógv um: tað at geva millumfingurin til tey, ið ikki trúgva uppá teg."
Eisini kungera teir nakrar spælingar uttanlanda. Helst verður onkur í Føroyum í næstum eisini.
United Islands of Prague Festival, Tjekkia - 1-4. mai
The Great Escape Festival, Stórabretland - 15-18. mai
IN.DIE.musik Festival, Týskland - 15. juni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo