Herborg Torkilsdóttir hevur givið út nýtt staklag, sum kallast "Faroe Islands, The Place I call home".
- Eg skrivaði lagið, tá eg loksins flutti heim til Føroyar í 2016, aftaná 15 ár í Danmark.
- Her er so ómetaliga vakurt og friðsælt, og eg livi enn í hesari bobluni av takksemi - at eg skal vera so heldig, at kunna kalla meg føroying.
- Eg havi skrivað orð og lag, meðan mín trúgvi fylgisveinur Jens Varmløse, hevur framleitt og spælt øll ljóðførini inn. Terji Rasmussen hevur enn eina ferð upptikið røddir.
- Videolagið hevur beiggi mín Benny Torkilsson upptikið við sínari dronu, sigur Herborg Torkilsdóttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo