Í fyrradagin kom nýtt sjónbandalag til staklagið “Save Your Love For Me” sum eisini verður við á tí nýggju útgávuni hjá Lindu Andrews.
"Save Your Love For Me” er eitt retro soul/funk/pop lag sum er skrivað av Lindu Andrews, Joachim H. Joachimsen og Joris Rasenberg.
Sjónbandalagið er framleitt av 42 Pictures og er upptikð á einum av teimum elstu spælistøðunum í Keypmannahavn, nevnliga MOJO.
- Hugskotið til sjónbandalagið var at fanga stemningin til live konsertir við bólkinum, sigur Linda, sum leggur afturat, at serliga áhoyrarnir, sum eru við á sjónbandalagnum seta prikkin yvir i´ð.
Nýggja útgávan hjá Lindu Andrews, sum er tann fjórða solo útgávan, inniheldur 8 løg og kemur út tann 20 oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo