Um tað er sum tað plagar, har nýggj rák í USA so líðandi finna sína leið til okkum í Evropa eisini, so fara vit í næstum at síggja eitt nýtt slag av barrum - nevniliga alkoholfríar barrir.
- Tað er in at vera edrúur. Fólk tíma ikki larmandi barrir og klistrut borð og timburmenn dagin eftir, skrivar miðilin hjá mat- og gistingarhúsvinnuni, Horesta.
Tosað verður um eina "flóðaldu" av alkoholfríum barrum sum í seinastuni hava poppað upp í New York undir sloganum sum "don´t drink with us!" og har tankin um, at tað ber ikki til at hava tað stuttligt uttan alkohol skal bjóðast av.
- Síðani ár 2000 er árliga alkoholforbrúkið í Europa fallið við 20%, og tí er góð orsøk til at vænta at ein alkoholfrí barrmentan eisini er á veg her hjá okkum, skrivar Horesta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo