Fyri tveimum vikum síðan gav nýggja føroyska hipphopp verkætlanin "silvurdrongur" út sítt fyrsta staklag, og nú er eitt komið afturat.
Høvuðspersónarnir í framleiðsluni eru Per I. Højgaard Petersen, Trygvi Danielsen og Karl Andrias Stórá. Popparin Sakaris Emil Joensen hevur verið við í upptøkunum, og Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo