Herborg Torkilsdóttir hevur givið út eitt nýtt føroyskt staklag - “Eg uttan teg”.
Tað er upptikið í Varmløse Studio í Norðurjýlland.
Lagið er eitt atypiskt kærleikslag við nógvum stuttligum orðaspæli- m.a. “Bakkafrost uttan laks er sum Posta uttan TAKS., Fressarnir uttan Terja er sum HB uttan verja”.
Orðaspælið skal vísa, hvussu tómt lívið hevði veríð, uttan tann sum man elskar.
Orð og lag: Herborg Torkilsdóttir
Ljóðførði og framleiðsla: Jens Varmløse
Kór: Herborg Torkilsdóttir
Ljóðblanda: Jens Varmløse
Mastra: Hans Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo