Minst fýra fólk eru deyð av einum skottilburði í statinum Alabama í USA, skrivar BBC.
Hendingin fór fram í býnum Birmingham. Fleiri fólk skutu, og higartil hava fýra fólk latið lív, men nógv eru illa særd, og tí verður hildið, at hendingin kann fara at krevja fleiri mannalív.
Í skrivandi løtu er ongin tikin fyri illgerðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo