Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í samband við, at Theodor Petersen er vorðin 70 ár, hevur hann verið í studio og sungið inn sangin “This World is not my Home”, sum kemur út í dag. Ein sangur, ið Theodor hevur sungið alt sítt lív og tí valt at útgeva júst hendan sangin.

Gjøgnum árini hevur Theodor glett mong við sínum vakra sangi og síni sermerktu, vøkru og sterku rødd.  Sangurin ”This World is not my Home” er tikin upp í studio hjá Jákupi Zachariassen, og Óli Poulsen hevur mixað og mastrað sangin.

Eitt stuttligt við sanginum, sum Theodor eisini er glaður fyri, er, at allar fýra døtur hansara – Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Mikkelsen og Rakul Petersen (SYSTRAR) – syngja kórrøddir á sanginum.

Theodor Petersen er føddur á Tvøroyri 29. okt 1948, men hevur búð í Havn í 47 ár. Hann er giftur við Mortinu Petersen, vanliga nevnd Tina í Køkubúðini. Hóast mongu árini í Havn, kennir Theodor seg framvegis sum tvørámann. Hann hevur starvast á MBM í skjótt 40 ár, og í árunum 1987-2014 var hann leiðari á Fóðurdeildini.

Fakta
Theodor Petersen hevur hesar útgávur aftanfyri seg:

Jesus tær vil eg prísa. Kasettuband 1981
Útgevari ENON og upptøka í M.Z. Studio

Now I have everything. CD 2008
Útgevari Evangeliska forlagið og upptøka í Starstruck Studio Nashville

Eisini luttekur Theodor á Live upptøkuni Nashville.fo frá 2009 við sanginum ”Now I have Everything” og syngur duettina ”Til staðar ver í løtuni” á fløguni SYSTRAR hjá døtrunum.

Fakta um nýggja sangin
Heiti: This World is not my Home
Solosangur: Theodor Petersen
Bakrøddir syngja døtur hansara, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Mikkelsen og Rakul Petersen (SYSTRAR)
Orð og lag: Traditionelt lag, við Jim Reeves sum komponist.
Lagt til rættis og framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Tórður Dam Jacobsen
Bass: Eyðun Johannesen
Banjo, El og kassa Guitar: Jákup Zachariassen
Klaver: Jeff Taylor
Slagverk: Óli Poulsen
Mix og mastering: Óli Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo