Starvið sum havnarmeistari í Tórshavnar havn er lýst leyst til setan tann 1.mars næsta ár.
Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin. 15 ársverk eru í havnini.
Jónsvein Lamhauge, sum hevur verið havnarmeistari síðani 1993, hevur sagt upp, og freistin at søkja starvið er 5. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo