Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Seinnapartin var móttøka í nýggju læknahúsunum á Berjabrekku. Læknaviðtalurnar eru gjørdar av nýggjum, og verða nú tiknar alment í nýtslu.

Fimm kommunulæknar verða í nýggja læknahúsinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nevndi í røðu sínari, at kommunan roynir at gera nógv fyri at bøta um viðurskiftini hjá kommunulæknunum og borgarum.

- Sum borgarstjóri og vegna býráðið fegnist eg um, at arbeiðsumstøðurnar hjá tykkum kommunulæknum verða betri, eins og at umstøðurnar hjá borgarunum at koma til lækna eisini verða betri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Skipanin við kommunulæknum er í trimum pørtum. Landið, Heilsutrygd og kommunan eiga hvør sín part av ábyrgdini.

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at kommunan fyrst og fremst ger sítt ítasta at tryggja, at tað fyri borgaran er lætt at koma til kommunulæknan – og at tað er nokk av kommunulæknum. Tí hóast talið av læknum og læknaviðtalum er økt, er framvegis tørvur á at byggja skipanina út, segði borgarstjórin, og vísti á, at umrøtt eisini hevur verið, at betra um tænastuna serliga til eldru borgararnar, antin teir búgva heima og fáa heimarøkt, ella teir búgva á røktarheimi.

- Tað kundi verið skilagott, at ein ella tveir kommunulæknar vóru læknar hjá hesum borgarum, og á tann hátt eisini fingið felags skipan, sum gagnaði bæði kommunulæknaskipanini, heilsu- og umsorganartænastuni, heilsuverkinum og borgarunum. Vónandi kann hetta uppskot fáa góða viðgerð í næstu framtíð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Í dag eru tilsamans 15 kommunulæknastørv í Tórshavnar kommunu.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo