Í nýggjari veljarakanning hjá Voxmeter gongur Sosialdemokratiski flokkurin so nógv aftur, at analýsustjórin, Anna Midtgaard Christensen, ikki mintist seg hava sæð nakað líknandi fyrr, skrivar Ekstrablaðið.
Í kanningini stendur S til at fáa 18,6 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í morgin.
Tað er ein afturgongd á 8,9 prosentpoeng samanborið við valúrslitið 1. novembur, og tað svarar til, at Sosialdemokratiski flokkurin missir 17 fólkatingsumboð, úr 50 niður í 33 umboð, skrivar Ekstrablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo