Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Ein nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo, vísir, at flokkarnir sum í dag mynda andstøðuna, og tá serliga Fólkaflokkurin, høvdu vunnið valið um tað var í dag.

Fólkaflokkurin stendur til at fáa góð 28 prosent av atkvøðunum, sum er nærum 10% meira enn tá val var fyri tveimum árum síðani. Fólkaflokkurin hevði lagt tríggjar tingsessir afturat í mun til í dag, og hevði fingið tilsaman 9 umboð vald.

Sambandsflokkurin hevði fingið 23%, tað er framgongd uppá trý prosentstig og hevði fingið 8 tingfólk vald, sum er ein meira enn nú.

Stóri taparin er framvegis Javnaðarflokkurin, sum hevði fingið smá 20 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á smá 7 prosentstig í mun til valið í 2022.

Tjóðveldi fær 17%, sum er ein lítil afturgongd í mun til valið. 

Framsókn og Miðflokkurin høvdu báðir mist hvør sítt umboð um val var í dag, vísir kanningin.

Les alla kanningina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo