10.000 fet um dagin verður við jøvnum millumbili nevnt sum magiska talið, skalt tú halda teg sunnan.
Men nýggj kanning vísir, at færri fet geva tær eisini heilsufyrimunir.
Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum European Journal of Preventive Cardiology og verður umtalað í BBC og The Guardian.
Kanningin vísir at vandin minkar fyri hjarta- og æðrasjúkum longu við 2300 fet um dagin.
Og um tú gongur eitt sindur longri – 4000 fet um dagin – minkar tú um vandan at doyggja ”ov tíðliga”.
Hvørji eyka 1000 fet yvir tey 4000 fetini minka um vandan at doyggja ov tíðliga við 15 prosentum, sambært kanningini skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo