Løgmálaráðið: Uppskot til nýggja fosturtøkulóg er í dag sent til ummælis. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at orða eina føroyska lóg um fosturtøku, og Løgmálaráðið hevur havt eina røð av fundum við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum.
Fosturtøka uttan loyvi
Útgangsstøðið fyri lógini er, at í allar flestu førum kennir kvinnan sjálv sína støðu best og er sostatt best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava fosturtøku ella ikki.
Sum nakað nýtt kann ein kvinna, sum er við barn, fáa fosturtøku, um inntrivið kann gerast áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at fleiri fyrimunir eru við ætlaðu lógini, tí við at staðfesta, at kvinnan sjálv kann taka avgerð um fosturtøku innan eina ávísa freist, verða allar kvinnur eins fyri lógini, og hetta er eisini við til at forða fyri, at kvinnur koma illa av ólógligum og ótryggum fosturtøkum uttan vegleiðing frá lækna.
Ráðgeving
Ein kvinna, sum umhugsar fosturtøku, skal ikki verða einsamøll í støðuni.
Eitt lætt atkomiligt og alment tilboð verður til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, har tær kunnu fáa góða ráðgeving og vegleiðing frá fakfólki, soleiðis at tær kunnu taka eina væl grundaða avgerð um teirra støðu á væl upplýstum grundarlagi.
Tað verður tó ikki eitt krav fyri at fáa fosturtøku, at kvinnan frammanundan hevur fingið ráðgeving.
Fosturtøka eftir 12. viku
Tað kunnu verða støður, ið gera tað neyðugt við fosturtøku eftir 12. viku.
Fosturtøka kann í slíkum førum bara verða framd undir nærri ásettum treytum og við loyvi frá einum samráðið, sum landsstýrisfólkið setir.
Við at seta eitt samráð verður tað eitt og sama ráð, sum kemur at meta um, hvørt treytirnar fyri at fáa fosturtøku eru loknar og um loyvi kann gevast til fosturtøku ella ikki. Harvið verður siðvenja á økinum eins, og hetta fer at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Eisini verða opinleiki og gjøgnumskygni tryggjað í mun til tær avgerðir, sum verða tiknar í samráðnum.
Endamálið er, at dagføra lógarkarmarnar viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum, so teir verða meira tíðarhóskandi, og at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Galdandi lóg er ógreið og elvir til ótryggleika, óvissu og ójavna.
Endamálið við uppskotinum er somuleiðis at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging.
Uppskotið er sent til ummælis hjá viðkomandi pørtum. Uppskotið liggur eisini á hoyringsportalinum hjá landsstýrinum, har øll við áhuga kunnu viðmerkja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo