Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

„Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum. Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í. Tað er Jógvan Júst Rasmussen, sum hevur skipað og sett telurnar saman.

„Saman um samkomuna“ er seinna bókin av hesum slag. Fyrra bókin eitur "Orð úr orðinum" og er ein samanskriving av fleiri av teimum talum, ið Óli á Grømma hevur hildið, tá ið hann hevur verið í Føroyum.

Seinna bókin eitur "Saman um samkomuna". Hendan bókin hugsavnar seg mest um talur, ið Óli á Grømma hevur hildið í Føroyum, har tænasta í samkomuni er í miðdepilinum.

BROT ÚR BÓKINI, JÓGVAN JÚST RASMUSSEN SKRIVAR:
Bókin, sum tú heldur í hondini, er sett saman av talum, sum allar viðgera týdningin av umsorgan okkara fyri samkomum Harr­ans. Harrin hevur knýtt Seg at samkomu Síni; og tænasta okkara, hvør hon enn er, má altíð endurspegla hetta. Bókin er í fimm pørtum.

  • Fyrsti partur ber heitið „Vælferð samkomunnar“. Í hes­um part­in­um verður hugt at, hvussu samkoman er sett sam­an, hvussu hon er skipað og at enda, hvussu hon er stýrd.

  • Annar partur ber heitið „Skriv sent til ein á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Titusbrævið.

  • Triði partur ber heitið „Skriv sent frá einum á vígvøllinum“. Hetta eru talur, sum eru bygdar á Seinna Timoteusbræv.

  • Fjórði partur ber heitið „Vápn samkomunnar“. Hetta eru talur um herklæðini í Efesusbrævinum sætta kapitli.

  • Í fimta og seinasta parti eru einstakar talur, sum allar snúgva seg um tænastuna.

Bókin kostar kr. 250, og er at fáa í bókhandlum kring landið. Hon kann eisini keypast á heimasíðuni hjá Leirkerinum www.leirkerid.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo