Hetta eru krimigátur, har øll familjan sleppur at royna seg. Í bókini eru 77 hugvekjandi og læruríkar søgur hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka til nakað býtt.
Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum.
Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs.
Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.
Tað er Steintór Rasmussen, sum hevur funnið uppá og skrivað søgurnur.
Eydna J. Steinberg hevur myndprýtt og teknað.
MÍN GLØGGI VINUR er at fáa í sølubúðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo