Norðljóm: Fríggjakvøldið kl. 18 verður konsert í Mentanarhølini á Eiði, tá spildurnýggi rock-bólkurin “Sunda Rokk” fer at spæla.
Tað eru ungdómur úr Eiði og Hvalvík sum spælur, har Pauli Poulsen og Ann-Kirstin Hansen hava lagt teimum lag á.
Blásarar og trummur frá Nes Sóknar Musikkskúla og Norðljómi manna eitt orkestur saman við Eiðis Ljómfelag, tey spæla Thriller hjá Michael Jackson, Beatles og filmslagi Cost-Busters.
Eiðis Ljómfelag fer at royna nýggjan búna bæði fyri eygu og oyru. Tey spæla New Orleans løg so sum “Old rugged cross” og “Just a closer walk with thee.”
Nýtt orkestur úr Nes sókn við blásarum og rýtmubólki spælur marsj og blues.
Øll eru vælkomin at lurta fríggjakvøldið kl. 18 til eina fjølltáttaða konsert í Mentanarhøllini á Eiði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo