Umhvørvismálaráðið: Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur sent uppskot um nýggjar lógarreglur fyri el og fjarhita í almenna hoyring. Reglur verða ásettar um loyvisveitan, árinsmetingar, prísásetingar, útrokning av CO2-útláti og ognartøkuheimild. Eisini verður ein elmarknaður skipaður.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vil skipa karmarnar soleiðis, at rættilig ferð kemur á grønu orkuútbyggingarnar komandi árini. Bæði viðvíkjandi vind- og sólorku, sum krevja alment útboð, men eisini innan fjarhita og smærri orkuútbyggingar. Lógaruppskotið, sum nú er sent í hoyring, ásetur greiðar reglur um loyvisveitan og at tryggja gjøgnumskygni í el- og fjarhitaprísum. At skipa ein el-marknað skal skunda undir orkuskiftið hjá privatum og vinnuligum kundum, og betra um møguleikarnar hjá SEV at gagnnýta grønu orkuframleiðsluna.
Krav verður sett um árinsmetingar á umhvørvið og náttúru. Harumframt skal útrokning av CO2-útlátinum frá orkuframleiðsluni tryggja, at burðadygga orkuveitingin verður vald til. Eisini verður ognartøkuheimild útvegað til framtíðar vindorku- og fjarhitaútbyggingar, har ikki ber til at fáa semju um leigu ella keyp av lendi.
Uppskotið til lóg um broytingar í elveitingarlógini er sent í almenna hoyring og liggur á almenna ummælisportalinum og her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo