20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni, Sement er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur.
Reinsaríið verður aftur í ár karmur um Sement.
Hesa ferð verður kappingin bert eitt kvøld. Higartil hava sjey bólkar meldað seg, so enn er pláss fyri fleiri bólkum ella einstaklingum einstaklingum. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur, eru loyvdar.
Sement hevur tikið táttin upp, eftir tónleikakappingini Prix Føroyar. Kappingin letur teir ungu og nýggju bólkarnar, fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum.
Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir, at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram, við tí teir gera.
Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette hava áður vunnið kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo