Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hóast nógv tey flestu í dag lata inn mvg uppgerðina talgilt, so er tað framvegis gjørligt at lata inn mvg uppgerðina á pappíri. Men tað skal nú broytast, so einasti møguleikin er at lata inn talgilt.

Tað vil Taks, og tí hevur Fíggjarmálaráðið sent lóg til hoyringar um ymsar broytingar í lógini um meirvirðisgjald, millum annað hesa.

Í viðmerkingunum til uppskotið sæst, at av teimum 4.805 MVG-uppgerðunum, sum áttu at verða innlatnar 2. ársfjórðing 2023, blivu 4.221 innlatnar talgilt, 323 onkursvegna manuelt, meðan 261 framvegis mangla at koma inn. Hetta svarar til at 88% blivu innlatnar talgilt, og at 7% blivu innlatnar á annan hátt, stendur í viðmerkingunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo