Umboð, vald fyri flokkar og ávísar partar av landinum, sita nú og telva um hvussu danska heimastýrið Føroyar skal stjórnast tey næstu fýra árini. Hetta er onnur royndin hjá Akseli í hesi syftuni, og eftir at danskt hjálandablóð tók at dryppa úr sárinum í skurðinum millum Framsókn og Sambandið, saðlaði løgmaður in spe um, og í løtuni bendir okkurt á, at vit longu í hesi vikuni fara at frætta tey tíðindi, at grundarlagið undir einari CEF-samgongu er stadnað somikið, at tað heldur, og tá er bert eftir at skipa seg í øllum formligum lutum, áðrenn evsta markið hjá Akseli sum samráðingarleiðara í næstu viku.
Sambært seinastu hagtølunum frá Hagstovuni búgva nú 54.159 í Føroyum. Somu hagtøl siga okkum, at 12.406 fólk búgva í Eysturoy. Tað svarar til 22,91% av samlaða fólkatalinum í landinum. Flyta vit hetta lutfallið inn á Føroya løgting, átti umboðan okkara at verið 7,56 tingfólk av 33. 7-8 umboð fyri øki okkara, tað var eisini vanliga umboðanin, táið landið var skipað við 7 valdømum, men við eina valdøminum hava eysturoyingar í stóran mun valt at stempla seg sjálvar út úr landspolitisku skipanini, og sita nú eftir við trimum umboðum, - tveimum sambandsmonnum og einum fólkafloksmanni.
Ber samráðingin á Vaglinum í hesum døgum á mál, kann staðfestast, at Eysturoyggin onga umboðan hevur í tingbólkunum hjá teimum trimum, sum nú sita við borðið. Í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Framsókn. Í útryðjuni av tingbólkunum – tey sum væntiliga koma á ting sum varafólk – táið landsstýrið er valt, skipað og sett, er heldur ongin eyturoyingur. Ímillum trý tey fyrstu í teimum báðum C og E er ongin, og tann fyrsti eftir valda tingbólkin í Framsókn er nólsoyingur. Lættasti mátin – hann sum gevur minst stríð innanfloks – táið landsstýrisfólk skulu veljast, er at velja hesi burturúr valdu tingmanningini. Tað finst líkasum ongin argumentatión ímóti hesum, í mun til alternativið, at fara út í flokkin eftir neyðuga førleikanum.
Tað nyttar onki mær, sum eysturoyingi, at gráta um spilta mjólk, vit hava sjálvir valt at stempla okkum út úr allari ávirkan í landspolitiska geiranum. Vit hava gleðiliga eksporterað ein so trivaligan part av atkvøðunum av oynni, at 12.406 borgarar í hesum landinum, av 54.159, absolut onga ávirkan fara at hava á, hvat ið fer at henda á landspolitiska mótinum tey næstu fýra árini. Kann ætla – og gangi út frá – at hetta er eitt tilvitað, um enn margháttligt, val. Í mun til støðuna, sum oyggin annars hevur, sum meginframleiðari táið um útflutning ræður, er støðan heilt undarlig, serliga nú, táið tey grefligu, og í mongum førum vitleysu, vallyftini, skulu fíggjast við at fara inn í vinnugeiran eftir neyðuga fænum - fyri at fáa flokspolitisku kabalirnar at ganga upp.
Hetta verður skrivað av tí góðu grund, at eg av egnum royndum veit, hvønn týdning tað hevur, at eitt øki er umboðað í landspolitisku sferuni. Er onki trýst innanvert múrarnar á Vaglinum ella úti við radiatorarnar í Tinganesi, spanderar politiska skipanin ikki ein klink upp eitt øki, sum ikki er umboðað, í hesum førinum hóast fáur ber meiri í felagskassan enn júst hin ikki umboðaða Eysturoyggin.
Tað liggja longu uppskot í tinginum, frá fráfarandi samgongu, sum hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, og samsvarandi vallyftunum hjá teimum, sum nú ætla sær upp á politiska parnassið at sita, verður tað lítið av miklum, - hareftir avleiðingarnar fyri kommunukassarnar.
Táið oyggin nú onga umboðan hevur, og valla fær nakra heldur, kenni eg tað sum mína skyldu, sum valdur í einari av kommununum at umboða ein part av borgarum oyggjarinnar, alment at boða frá, at vit eru til, hóast vit ikki skoyta um at vera partur av høpinum, har m.a. landsins íløgur verða lagdar til rættis og fíggjaðar.
Tað er rættiliga sannlíkt, at tey, sum nú eru hópað saman á Vaglinum, í løtuni sita og skera íløguhvalin tey næstu 4 árini upp, og býtið man fara at vera sum umboðanin, altso, at ikki ein króna fellur niður í Eysturoynni í valskeiðnum sum nú fer úr barkastokki. Flytingar av almennum stovnum, sum hava verið umrøddar, steðga ivaleyst eisini upp, tí fara kommunur kring landið og oyggj okkara at hava nógmikið við at halda sær føstum, og vinnan fer at hava meiri enn nógmikið við at barrikadera seg ímóti finansiellum álopum frá CEF-samgonguni.
Í hesum viðfanginum kann eg nevna áneyðirnar fyri, at ein langtíðarætlan verður gjørd fyri undirstøðuna í oynni, væl vitandi, at alt ikki kemur eftir einum degi – tíansheldur eftir einum valskeiði. Ein ætlan og skipað fígging kunnu við tíðini fáa verkætlanir framdar sum hesar: Vegurin oman fyri bygdina í Skálafirði, vegurin til Oyndarfjarðar, vegurin til Selatraðar, farleið omanfyri bygdina í Søldarfirði, tunnilin úr Gøtudali undir Valaknúkar, Gjáartunnilin, Elduvíksvegurin o.s.fr. Varpi ljós á hesi viðurskifti, táið vit nú onga umboðan eiga í valdsgjørðini á Vaglinum. Ongin hevur forspurt seg, var gamalt, og helst hevur ongin heldur forkomið sær av at standa uttanfyri múrarnar og rópa inn í politisku gildisskálarnar, bara fyri at siga teimum ráðandi, at hóast vit eru landspolitiskt non-existent, so eru vit kortini eksisterandi sum borgarar í landinum.
Onkursvegna er kenslan nú soleiðis vorðin, at vit eru endað aftur í støðuni, sum hin gránaði Tróndur á ellisárum var komin í, eftir at gøtuskeggjarnir vóru falnir. Hans Andrias Djurhuus lyfti støðuna upp í eitt poetiskt ljós: “Hann sá teir koma allar, har fram við fjallakleiv, og fara heim til hallar. Úr benum blóðið dreiv. Sárt suffaði í fjøllum eitt einfalt sorgarlag: »Nu ráða aðrir øllum.« Og Tróndur gamli kvað.”
Ja, nú fara aðrir so sanniliga at ráða fyri øllum, og hvussu tað fer at vignast teimum, tað fara vit sum eygleiðarar (22,91% av fólkinum), uttanvert valdsmúrarnar, við spenningi at fylgja, eini gongd sum vit sjálvi valdu onga ávirkan at hava á, hetta er sum í Hebrearabrævinum, lutirnir síggjast ikki og bara vónin er eftir: ”Men trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir sum ikki eru at síggja.”
Annars fari eg at ynskja nýggju samgonguni góðan túr og blíðan byr, - táið hon einaferð er skipsklár og leggur frá landi.
Torbjørn Jacobsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo