Løgmálaráðið: Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur góðkent umbøn frá Tórshavnar kommunu um at skipa Hoyvík sum egið valstað og at niðurleggja valstaðið úti í Hesti.
Tórshavnar kommuna hevur sent Løgmálaráðnum umbøn um loyvi at skipa Hoyvík sum egið valstað. Tórshavnar kommuna greiðir frá, at hetta fer at minka um veljarafjøldina til valstaðið á Hálsi í Havn við uml. 25%.
Hestur er í dag valstaður. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti. Tórshavnar kommuna hevur, á staðbundnum fundi við nevndina fyri Hest, avtalað at niðurleggja Hest sum valstað, soleiðis at fólkið í Hesti og Koltri frameftir velja í Tórshavn. Avtalað varð eisini, at Tórshavnar kommuna ístaðin bindir seg til at fara út í Hest tvær ferðir til brævatkvøðu. Fólk í Koltri søgdu seg heldur vilja atkvøða í Havn, tí tað er lættari enn at sigla út í Hest.
Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd. Indenrigs- og Sundhedsministeriet er kunnað um ætlaðu broytingina og hevur svarað, at tey eisini fara at gera somu broyting, soleiðis at valstøðini í báðum lógumum – lóg um val til Løgtingið og lov om folketingsvalg på Færøerne – verða tey somu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo