Ein test hjá týska bil-brúkarafelagnum ADAC vísir, at nýggjastu heilársdekkini nú eru so góð, at tað er at kalla óneyðugt at skifta ímillum summar- og vetrardekk.
Tilsamans 16 dekk vórðu kannað, eitt slag fekk dómin "gott", seks vóru "nøktandi", sjey "toluligt" og tvey dumpaðu testina. Tað var dekkið Goodyear Vector 4Seasons Gen-3 sum vann.
Jyllandsposturin skrivar, at FDM, sum er danska systirfelagið hjá ADAC, hóast tað heldur úrslitini av kanningini vera hugtakandi, ávarar ímóti følskum tryggleika.
- Øll dekkini, eisini tað sum vann, høvdu onkran veikleika, og tí kemst ikki uttanum, at vilt tú hava bestu loysnina og besta vegtakið alt árið, so er best at skifta ímillum bestu vetrardekkini og bestu summardekkini, sigur Søren W. Rasmussen frá FDM.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo