Maðurin sum syngur "Maggie May" og "Da Ya Think I'm Sexy" kann frá í dag av kalla seg Sir Rod Stewart ella Sir Roderick David Stewart.
Seinnapartin í dag var tann 71 ára gamli sangarin ein túr á Buckingham Palace í London, har hann var sligin riddari fyri sín tónleik og vælgerðandi íkast.
Tað var William prinsur, sum tók í móti sangaranum.
- Eg segði prinsinum, hvussu fegin eg var. Eg hevði tó ynskt, at mamma og pápi mín høvdu upplivað hetta, segði Rod Stewart, sum gjørdist rættiliga kendur í byrjanini av 1960-unum.
Paul McCartney, Elton John, Mick Jagger, Cliff Richard og Bob Geldof er eru eisini riddarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo