Rektor á norska studentaskúlanum er troyttur av donskum turistum, sum troppa upp í skúlanum í vónini um at hitta leikararnar í kultrøðini SKAM.
Ungir danskarar eru seinasta hálva árið farnir til Oslo fyri at vitja støðini, har tann vælumtókta norska ungdómsrøðin SKAM er filmað.
Eitt av støðunum, sum danskir fjeppar vitja, er Hartvig Nissens skúlin, har leikararnir ganga.
Men skúlin er nú noyddur at seta nøkur mørk, tí teir donsku fjepparnir stilla seg uttanfyri flokshølini í vónini um at hitta leikararnar frá røðini, skrivar Radio24syv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo