Nú skulu øll kunna setast í starv hjá norsku fólkakirkjuni, eisini tey sum eru gift við einum av sama kyni. Tað hevur kirkjan gjørt eina viðtøku um í dag, skrivar Stavanger Aftenblad.
Higartil hevur tað verið so, at umsøkjarar til størv í kirkjuni hava skula svarað uppá hvønn samlívsform tey høvdu. Men tað skulu tey ikki longur.
- Tú ert hjartaliga vælkomin, akkurát sum tú ert, sigur leiðarin í Åpen folkekirke Gard Sandaker-Nielsen.
86 atkvøddu fyri broytingini, 24 atkvøddu ímóti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo