– Norskar fyritøkur hava fingið ein risastóran kappingarfyrimun sum kappingarneytarnir í Europa ikki hava, sigur norski ráðharrin Jan Christian Vestre.
– Við hesi avtaluni fer norskur laksur og makrelur at fáa null toll eftir fimm árum, sigur Vestre.
– Vit hava seinastu árini arbeitt málrættað fyri at fáa hesa avtaluna. Norskar fyritøkur sum útflyta til India skulu gjalda 40 prosent í tolli á einstøkum vørum. Men við nýggju avtaluni hava vit tryggjað null í tolli á næstan allan norskan útflutning til India. Hetta er eitt gjøgnumbrot sum hevur stóran týdning fyri arbeiðspláss um alt Noreg, sigur ráðharrin við VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo