Normaðurin Bård Andersen kemur í morgin við rutuflogfarinum úr Billund til Føroya. Hann hevur arbeitt í Danmark í 8 ár, men er nú uppsagdur, og ætlar sær tí at flyta aftur til Noregs.
Men reglurnar fyri sóttarhaldi eru lagaligari í Føroyum enn í Noregi, og tí kemur hann nú fyrst ein túr til Føroya at sita í sóttarhaldi í eini íbúð í Havn.
Tað sigur hann við norska miðilin TV2.
Danmark er at rokna sum reytt land í Noregi, og tí skuldi hann í sóttarhald á gistingarhúsi, um hann fleyg beinleiðis heim úr Danmark.
Men Føroyar eru gult land. Tí kann hann fyrst flúgva til Føroya og síðani víðari til Noregs eftir at hava avgreitt lagaliga sóttarhaldið her, og samstundis sleppa undan stranga sóttarhaldinum í Noregi, sigur hann við norska TV2.
Bård Andersen sigur, at hetta sjálvandi er ein dýrari loysn enn um hann fór beinleiðis heim til Noregs. Men hann sigur, at tað hevði verið sálarliga ov nógv av tí góða fyri seg, um hann skuldi sita í strongum sóttarhaldi í Noregi. Hann hevur fylgt øllum tilmælum frá føroysku myndugleikunum, um at lata seg kanna áðrenn hann flýgur til Føroya, og fer eisini at lata seg kanna á sætta degi, eftir at hann er komin, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo