Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Noreg hevur nú sum fyrsta vestanland ákært Ísrael fyri krígsbrotsverk í Gaza.

Forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre fær dygga undirtøku í Stórtinginum, tá hann sigur, at Ísrael í krígnum ímóti Hamas fremur brot á fólkarættin.

Frederik Harhoff, professari við Syddansk Universitet, sigur við Politiken, at mangt er sum týður uppá at so er, men hann heldur tó, tað er ov tíðliga at gera nakrar niðurstøður.

- Báðir partar hava ábyrgd av tí sum hendir. Men nógv bendir á, at krígsbrotsverk eru framd, sigur hann.

Frederik Harhoff heldur, at neyvan fara fleiri vestanlond at siga sum Noreg. Tey vilja bíða, til alt er av, og prógvini eru á borðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo