625 russisk fiskiskip hava ligið við bryggju í Noreg síðani 14. oktobur í fjør – tá ið norska stjórnin framdi avmarkingar bert til tríggjar havnir.
Sama tíðarskeið árið fyri var talið 788.
Viðvíkjandi tølunum fyri tíðarskeiðið januar til august 2023 var talan um 494 russisk fiskiskip. Sama tíðarskeið í 2022 var talið 657.
Tað skrivar E24.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo