Øll Havnin fer at suða av nýggjum Norðurlendskum tónleiki, tá festivalurin "Norðurlendskir Tónleikadagar" verður hildin fyri fyrstu ferð í Føroyum í døgunum 14. - 17. apríl 2021.
Umframt at tónleikurin fer at leggja serligan dent á pallsetan og ljóðlist úti í býnum, fer festivalurin eisini at bjóða børnum og ungum at luttaka á verkstovum og í verkætlanum, skipa fyri seminari um kompositións pedagogikk í Norðanlondum, bjóða til felags máltíð og halda films- og tjak tiltak.
Skráin er sett saman av trimum høvuðsevnum:
● Røtur
● At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini
● Tað lokala og tað globala
Handan høvuðsevnið "Røtur", er hugsjón okkara, at skapa sterkar, nærveru upplivingar fyri øll. Í møtinum millum áhoyrararnar og ymisku konsert sniðini, verða gróðrarlíkindi skapt, soleiðis at serstaka føroyska tónleika mentanin og djúpu røturnar hjá luttakandi listafólkunum, fara at mennast sínámillum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo