Norðoya Sjálvstýrisfelag: Á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag í kvøld, vórðu trý nýggj fólk vald í nevndina.
Hjalmar Zachariassen, Jóhanna Syderbø Grúkaskarð og Frida Klakstein eru nývald í nevndini hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag. Sven Dahl og Maria í Grund halda fram í nevndini. Varafólk eru Sámal Petur í Grund og Beinta Klakstein.
Nevndin skipaði seg við Hjalmar Zachariassen sum formanni og Jóhannu S. Grúkaskarð sum næstforkvinnu. Maria í Grund heldur fram sum skrivari og Sven Dahl sum kassameistari.
Í landsnevndina valdi fundurin Rúnu Sivertsen sum fastan lim og Sven Dahl sum varalim.
Nakað av fólki møtti til fundin, har Sámal Petur í Grund hevði eina áhugaverda framløgu um søgu floksins. Fundarfólkið tók væl undir við innsavning av undirskriftum at endurstovna flokkin, og játtaðu øll at hjálpa til við innsavningini.
- Tað er við góðum treysti, at nývalda nevndin fer undir arbeiði. Tað eru minni enn tvey ár eftir til nýtt býráð skal veljast, og verður beinanvegin farið undir fyrireikingarnar til býráðsvali, sigur Hjalmar Zachariassen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo