Greining í Norðlýsinum: At Brandur Sandoy og Annika Olsen fáa fjølmiðlatíð í Kringvarpinum at gráta krokodillutár um, at Fólkaflokkurin ikki gevur teimum tað plássið, tey eiga, er ein glantrileikur av teimum stóru at fylgja við í.
Fólkaræðisliga hava tey bæði onki at hava tað í.
Tey hava alla tíðina havt júst tann leiklut í Fólkaflokkinum, sum undirtøkan fyri teirra politisku sjónarmiðum hevur í fólkinum.
Tað eru 289 veljarar, ið taka undir við áskoðanunum hjá Brandi Sandoy, og somuleiðis 289 veljarar, ið taka undir við sjónarmiðunum hjá Anniku Olsen.
Og tann undirtøkan strekkir so til tveir varasessir fyri flokkin.
Tað er júst tað, tey hava fingið, so hví tey ikki fáa kritiskar mótspurningar, tá tey føra seg fram um sum um tey eiga nærum helmingin av flokkinum, er løgið.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo