Fyritøkan Nordic Aqua, sum fæst við at ala laks á landi í Kina, og sum føroyingar eiga ein stóran part av, náddi ikki málini í triðja ársfjórðingi. Ongin fiskur var tikin at selja, og felagið væntar ikki, at nøkur søla verður í øðrum hálvári.
Men annars gongur væl, sigur Ragnar Joensen, stjóri, í viðmerking í børsfráboðan, sum í morgun er send børsinum.
- Seinastu tíðina hava broytingar verið til tað betra, hóast avbjóðingarnar (...) útbyggingarætlanirnar ganga sum ætlað, sum fer at tvífalda okkara kapasitet til yvir 8.000 tons.
Marknaðurin er vónbrotin av tíðindunum, og sendir partabrævið niður við yvir 7%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo