Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Forkunnug føroysk stevna í danska høvðusstaðnum komandi leygardagin hin 27. mai bert ein vika undan Norðyastevuna - Nordhavns Regatta 2023 í Keypmannahavn.

Á skránni er útigudstænasta, løgmaður við setanarrøðu, kappróður, góður matur, lutasðlar við góðum vinningum, konsertir, føroyskur dansur, felagssangur, konsertir og dansur.

Tiltakið byrjar klokkan 13 við sølu av grillpylsum og øðrum góðum. Klokkan 13:30 er føroysk útigudstænasta, tá Martin Fjallsteinsum fer at ringja gudstænastu í gongd. Borgny Brünings-Hansen er prestur og við sær hevur hon organist og sálmahefti. Klokkan 14 fer Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmaður, at seta heimsins fyrstu føroysku stevnu í ár, Nordhavns Regatta 2023.

Frændin Steintór Rasmussen undirheldur síðan við gittara og sangi nakrar fosturlandssangir, meðan dómsnendin fer at leggja seksmannaførini klár at rógva kapp í Svanemøllebugten, har føroyingar hava róð í fleiri ættarlið. Umleið seks róðrar eru - hvør á 750 metrar. At enda er medaljuhandan og bobluvatn til rógvarnar á græsinum við sjógvin. Veðurforsøgnin sigur 22 hitastig og 3 metur um sekundið og kaldar bjór.

Stutt frá strondini fer Ready Steady Blues Band at undirhalda í teltinum hjá Tvørabátinum og inni í neystinum er heitur grýturættur til sølu við mususoksa, sum Kristen Højgaard stendur fyri umframt forkunnug føroyska matsøla og heimabakaðar kakir.

Tey fara uppá gólv í Pallastovu við dugnaligum skiparum - Hugin Eide og Tórur Johannesen. Tey lova rungandi felagssang í teltinum við Tummas Niclasen á harmoniku, har eisini konsertir og dansur verður við Herborg Torkilsdóttir, Ólavur á Váli og Henning Hjalt Nicodemussen – umframt at Rasmus Borðoy fer at diska modernaðan og okkara eldri etniska tónleik út á náttina.

Róðrarfelagið Tvørabáturin er vertur og tey væntað nógvar gestir, tí væl er reklamerað í ár og væl varð vitjað í fjør. Ókeypis rutubilur koyrir millum Orientkai Metrostøð og regattaøkið - Vesterhavsvej 9, 2150 Nordhavn. Seks føroysk kappróðrarfeløg við 20 føroyskum bátsmanningum eru í Danmark og Loftbrúgvin hevur stuðlað tiltakinum. Ókeypis er at vitja tiltakið. Les meira á www.facebook.com/events/908998503545432

Riggar linkið ikki, so eitur tiltakið Nordhavns Regatta 2023

Kelda og samskipari: Edmund S. Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo