Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá vit fyri 4½ ári síðan stovnaðu fyritøkuna Norðfra Danmark, var eingin ivi um, at hon skuldi “brandast” vítt og breitt við tí føroyska. Alt, føroyskt hevði stóra virðing og gott umdømi millum danir og fólk, ið annars búgva her um leiðir. Føroyingar í Danmark og føroyavinir hava stuðlað okkum væl og verið sera stoltir av at “eiga” eina so góða og vælvirkandi fyritøku her.

Lat tað ikki vera nakra loynu, at tað hevur verið eitt ordans baks at komið higar, sum vit eru í dag. Men strategiin virkaði eftir ætlan: Teir føroysku litirnir ganga aftur í øllum lýsingum, sosialum miðlum, heimasíðu og á bilunum. Góð vøra og tænasta hevur harumframt givið okkum nógvar og trúfastar kundar og bestu ummæli millum fólk.

Bilurin bleiv ein rullandi reklamusúla, sum vísti seg í hvørjum króki her í landinum. Fólk steðgaðu okkum á vegunum og koyrdu aftan á bilinum fyri at fáa fisk úr Føroyum - hann fæst jú ikki betri. Onkur eldri føroyingur, sum hevur búð her tað mesta av lívinum, feldi tár, tá vit komu koyrandi við “Fisk fra Færøerne” við stórum bókstøvum á vakra landslagnum, sum prýðir bilarnar. Og tey tóku myndir í hópatali, fortaldu grannunum um okkum og virkaðu sum góð umboð fyri tað føroyska.

Tað var tá. 

Men hetta er nú
Seinnapartin ein sunnudag herfyri, datt virðingin fyri tí føroyska fyri bakka. Ein partur av okkara kundum og stórur partur av tí arbeiði, ið vit hava bygt upp, fóru fyri skeytið. 

Í einum samfelag har djóravælferð, umhvørvi, burðardygg veiða og kjøtfríir dagar eru ALT, fór virðingin fyri føroyingum upp á ein tíma. Nú eru vit barbarar, ið einki leggja í djór og pína tey til deyðis. 

Ja, stereotyp hugsan, tað vita vit, men soleiðis er støðan - og hana mugu vit fyrihalda okkum til. Bara reindyrkaðir føroyavinir skilja hana og halda enn av føroyingum.

Vit hava havt eitt skilagott kjak um djóravælferð og virðiligt “slakt” á okkara facebooksíðu. Summi skilja tað, men ikki øll - og vit kunnu sjálvsagt ikki broyta hugburðin hjá øllum. 

Hervið nøkur dømi um, hvussu gerandisdagurin bleiv aftan á “den blodige delfinmassakre” her hjá okkum, sum búgva millum tey uppøstu:

  • Vit fáa ótýdlig teldubrøv sendandi, ágangandi skriv umvegis facebook og vera boykottað av fólki, sum heita á onnur um at gera tað sama. 

  • Vit fáa “fingurin”, tá vit eru úti og koyra og vera rópt eftir: “Skrubba av heim”. 

  • Tann størsti kundin er farin. Hesin vil ikki lata seg samantvinna við nakað, ið er føroyskt av ótta fyri avleiðingunum.

  • Vit hava eisini verið noydd til at avlýsa øll tiltøk fram til jóla - tíðin, ið plagar at vera okkara hásesong. 

  • Handilslýsingar eru tiknar aftur, tí tær øsa fólk - alt føroyskt øsir fólk í løtuni.

  • Hetta kostar okkum dýrt - bæði menniskjaliga, í arbeiðstíð og í umsetningi og tað kemur at taka drúgva tíð at byggja uppaftur.

Meðan nøkur gjørdust mett eina løtu, eru onnur í vanda fyri at missa sítt livibreyð og -grundarlag. 

Tað, sum fyrr “seldi vøruna”, er nú til ampa fyri okkum: Føroysku litirnir og “Fisk fra Færøerne” eru ein vansi at hava á bilunum. Dagarnir vera brúktir til at verja seg ímóti álopum frá uppøstum fólki, og sølan dalar støðugt. 

Við vón um, at føroyingar taka hesar trupulleikar í størsta álvara - tað, sum hendir heima í Føroyum verður varpað út um allan heimin, ímeðan tað hendir! 

Poul Martin Petersen
Norðfra Danmark

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo