Tórshavnar kommuna: Fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna verður nú løgd fram. Í ætlanini eru 25 átøk, sum ítøkiliga vísa á gongdar leiðir fyri einari spennandi og upplivingarríkari ferðavinnu í oynni.
Ferðavinnuætlanin verður løgd fram týskvøldið 20. apríl í Royndarhúsinum í Nólsoy.
Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn hava tikið stig til ætlanina, sum Gunnvá Zachariassen hevur skrivað. Hon fer at leggja ætlanina fram á fundinum, og forkvinnan í Vinnunevndini, Kristianna Winther Poulsen, bjóðar vælkomin.
Nólsoyggin hevur í nógv ár verið ferðamál hjá bæði útlendingum og føroyingum. Og Nólsoyggin er serstøk. Anja Hartmann Wardum, leiðari á Visit Nólsoy, lýsir tað soleiðis:
“Nólsoyingar hvíla ótrúliga væl í sær sjálvum, og tað sæst aftur í mentanini her á oynni, sum er skapandi, spælandi og savnandi. Hon ger Nólsoynna serstaka og bygdasliga, men uppá tann kula mátan.”
Skapanarhugurin í Nólsoynni er stórur, og tað sást væl, tá ið Hugskotið saman við Visit Tórshavn skipaði fyri Nýskapan í Ferðavinnuni í Nólsoy. Seks verkætlanir, sum allar hava tilknýti til oynna, hava í vetur arbeitt við at gera teirra hugskot til veruleika, so Nólsoy fær fleiri og breiðari upplivingar til ferðafólk – føroyingar og útlendingar.
Her kanst tú lesa ferðavinnuætlanina fyri Nólsoynna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo