Orð/Myndir Rodmund á Kelduni: Tann 16.09.2021 fór eg inn á Skálsbotn at fiska laks, eg stillaði meg við ósan og gekk nakað aftur og fram við ánni, men tað sum annars skuldi gerast ein hugnaligur fiskitúrur bleiv til eitt keðiligt upplivilsi.
Har eg í staðin fyri at njóta økið og hugna mær við at royna eftir sjósílum og laksi, føldi meg noyddan til at royna at rudda eyrstrondina norðanvert ánni fyri plast spreingitráð o.a.
Eg ruddaði eitt øki á 35 metrar, har bæði spreingitráður, biofiltur og nógv annað plasttilfar lág og sløddist.
Eg vigaði 1 metur av spreingitráði og vigaði hesin 4 gram, Tilsamans hevði eg á hesum 35 metra langa teini heinta 911 gram av spreingitráði og gevur tað umrokna til metrar, heilar 227,75 metrar av plast spreingitráði, umframt nógv biofiltur o.a. plast.
Hettar er ómetaliga nógv á einum so lítlum øki og vísur tað heilt greitt, at tey tiltøk sum kommunan og Umhvørvisstovan hava gjørt hesari dálkingi viðvíkjandi, als ikki eru nøktandi.
Hvat ger Umhvørvisstovan fyri at steðga kommunum og fyritøkum í at bróta umhvørvislógina ferð eftir ferð?
Hvat skal til áðrenn Umhvørvisstovan meldar kommunur og fyritøkur sum fremja eina so ógvusliga dálking til løgregluna?
Tað kann ikki vera rætt, at kommunur og fyritøkur ótálmaðar áhaldandi sleppa at dálka okkara umhvørvi uttan at hetta fær avleiðingar fyri tær!
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo