Skúlablaðið: Betri vinir eitur verkætlan, sum Nám og Barnabati samstarva um.
Endamálið við verkætlanini er at fyribyrgja happing millum børn og geva lærarum og námsfrøðingum góð amboð og førleikar at varnast og fyribyrgja happing.
Sambært Djóna Eidesgaard, sum er aðalskrivari í Barnabata, er happing ein afturvendandi trupulleiki í fólkaskúlanum.
– Vit fáa javnan og lutfalsliga nógvar fráboðanir frá skúlum í Føroyum um happing og fyrispurningar um, hvussu happing kann basast. Tað vísir, at tørvur er á eini verkætlan sum hesari, sigur hann.
Tað er Nám, sum hevur samskipandi leiklutin, tá ið talan er um fremjandi trivnaðarátøk í fólkaskúlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo