Nógvar atkvøðugreiðslur verða í málum sum hava fingið nógva umrøðu millum manna í tinginum í dag.
Millum annað skal Ferðavinnulógin til triðju viðgerð og atkvøðast skal um elveitingarlógina við aðru viðgerð.
Ferðavinnulógin er umstrídd, tí bøndur hava víst á sína ónøgd um hana, tó at talan er um stórar broytingar sum eru gjørdar í nevndini í mun til uppruna uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Og Elveitingarlógin hjá Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, kom úr nevnd uttan at álit var skrivað, sum er sera óvanligt, eins og tað áður ikki hevur borið til at atkvøða um hana, tí andstøðupolitikarar rýmdu úr tingsalinum.
Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo