Føroyskur fótbóltur skrivaði søgu í kvøld. KÍ vann stórsigur á Tórsvølli móti Dinamo Tbilisi.
Næsta uppgávan hjá KÍ verður um rættin at sleppa í sjalvt bólkaspælið.
So langt er eitt føroyskt felag ongantíð komið áður í Europa.
Nógv kend fótbóltslið vórðu í kvøld sligin út í Europa League. Okkara egna B36 fekk eitt heiðurligt tap í Bulgaria.
Millum skandinavisku liðini ið fullu í kvøld kunnu nevnast: Sønderjyske, Djurgaarden og Bodø Glimt. Skotsku liðini Motherwell og Aberdeen fullu somuleiðis.
Av øðrum kendum fótbóltsliðum, ið vórðu útsligin í kvøld, teljast eisini turkiska Besiktas og kroatiska Hajduk Split. Kroatia er sterk fótbóltstjóð. Teir vóru í finaluni til seinastu HM kapping.
Men hóast mong kend fótbóltslið søgdu farvæl til Europa League í kvøld, so er KÍ framvegis við í kappingini.
Tillukku KLAKSVÍK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo