BirkBlogg: Filmsfelagið skipar í dag og komandi dagarnar fyri Filmsdøgum í Felag, har kvinnur á filmi eru tema. Fyrsti er hin føroyski filmurin NINA, har leikstjórin leggur fyri við innleiðing um filmin.
Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur.
Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn.
Dømi er, at tá filmurin The Wife varð kunngjørdur á Facebookvanganum hjá Filsmfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29% menn eftir tiltakinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo