FaroeDive: Í gjár varð skipað fyri einum átaki, har botnurin útfyri Kósakaiuni (Klaksvík) bleiv ruddaður.
Serligur dentur varð lagdur, á at fáa gomul fríholt upp av botni. Hesi kunnu vera til stóran ampa fyri skip, um tey seta seg um t.d. skrúvuna á skipum.
Á myndini síggja vit úrslitið av kavingini, á dekkinum á Brimli.
Áleið 40 stór fríholt vórðu fingin upp og burturbeind.
Átakið varð avgreitt í góðum samstarvi millum Klaksvíkar Havn, Brimil (Vørn), Norðoyar Bjargingarfelag, Diving2000 (Odense) og kavaraskúlan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo