Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá Sahara-oyðimørkini til Sibir.

Við bumbum, dronum, datavirusi og vápnum hava loyniligu tænasturnar í Ukraina rættiliga gjørt um seg.

Endamálið er at raka russiska statin allastaðni, og á ein hátt sum var hann tikin úr einum hugfloygdum fiksjónfilmi. 

Bara hesa vikuna eru tveir brikkar í krígsmaskinuni hjá Putin fyribeindir av geopolitiska talvborðinum, og mangt bendir á at Ukraina skipaði fyri hesum.

Nakað uttanfyri Moskva var Mikhail Sjatskij skotin og dripin í eini park. 

Maðurin var serkønur í at nútímansgera og umsita rakettirnar sum Russland brúkar í sínum loftálopum á Ukraina.

Og í hertikna Donetsk var so túrurin komin til Sergej Jevsjukov, sjefurin í tiltikna fongslinum har ukrainskir krígsfangar verða píndir og dripnir.

Tann 49 ára gamli doyði av eini bumbu, sum var fest undir bil hansara.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo