BirkBloggur: Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar.
Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo