Tórshavnar kommuna: Í samfull 40 ár hevur Niels Olsen undirvíst í harmonikuspæli á Tórshavnar Kvøldskúla.
Fyri avrikið og trúgva tænastu varð Niels Olsen fríggjadagin heiðraður við heiðurstekini frá Tórshavnar Kommunu.
Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum handaði Niels heiðurstekini á hugnaligari samkomu, sum varð hildin í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Kvøldskúlanum.
Niels Olsen hevur ikki bara ríkað næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla øll hesi árini, men allar føroyingar. Tey flestu munnu kenna Niels og harmonikuna úr Vestmonnum, kenda tónleikabólkinum úr Vestmanna.
Tórshavnar kommuna ynskir Niels hjartaliga tillukku og takkar fyri trúgva tænastu og gott avrik.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo