Neistin: Neistin fer undir eitt nýtt og spennandi hondbóltsár 2024-2025.
Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður okkara dugnaligi landsliðsmálmaður Nicolas Satchwell. Hann hevur ógvuliga drúgvar royndir innan hondbólt, og hevur í mong ár verið knýttur at Neistanum. Afturat sær hevur Nicolas Brynju Høj sum spælandi hjálparvenjara, og sum nakað nýtt verður Dejan Lacock málsmansvenjari. Eirikur Magnussen verður liðleiðari. Og tann leiklutin hevur Eirikur røkt til UG í nógv nógv ár.
Nicolas verður sum sagt høvuðsvenjari fyri kvinnulið Neistans í SMS deildini eins og høvuðsvenjari hjá gentum 18 og 1. Deild kvinnum. At skipa venjaratoymini soleiðis tryggjar bæði samanhald og samanhang í venjingini og góðan trivnað.
Neistin bjóðar Nicolas Satchwell hjartaliga vælkomnum.
Á heimasíðu Neistans er meira kunning um venjingartíðir, hallir og onnur tiltøk hjá Neistanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo